_

Dátuverndarkunning

Hendan kunning lýsir, hvussu Atlantic Airways viðger tínar persónsupplýsingar og tíni lógarásettu rættindi. Serstakar viðskiftatreytir t.d. í sambandi við keyp av ferðaseðlum o.t. hava forrættindi framum hesa kunning.

Hvør hevur ábyrgdina fyri viðgerðini?

Dátuábyrgdarin fyri viðgerðina av tínum persónsupplýsingum er:
Atlantic Airways P/F
Flogvøllurin
380 Sørvágur
Um tú hevur spurningar í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at senda okkum teldupost á [email protected].

Innsavnan
Vit innsavna tínar persónsupplýsingar á ymiskan hátt, m.a. tá ið tú keypir ein ferðaseðil, setur teg í samband við okkum ella nýtir okkara app.

Í flestu førum fáa vit upplýsingarnar frá beinleiðis tær. Í øðrum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum ferðandi ella frá umboðum fyri teg ella frá almennum myndugleikum.

Vit innsavna bert upplýsingar, ið vit hava tørv á fyri at kunna veita tær tænastu, um tað er lógarkrav, um vit hava eitt heimilað áhugamál, ella um vit hava fingið beinleiðis samtykki frá tær. Les meiri undir “Serligar viðgerðarstøður” niðanfyri.

Flutningur av persónsupplýsingum
Í summum førum víðarilata vit tínar persónsupplýsingar. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.

Vit nýta eisini í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónsupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum ella veitarum.

Vit nýta ikki, sum útgangstøði, veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri EU/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum.

Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar uttanfyri ES/EBS, vilja vit altíð tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum eitt nøktandi verndarstøði av tínum upplýsingum.

Serligar viðgerðarstøður
Niðanfyri er serstøk kunning um tær viðgerðarstøður, sum eru galdandi fyri Atlantic Airways.

Keyp av ferðaseðlum

Tá ið tú bíleggur ein ferðaseðil frá okkum – umvegis heimasíðu, app ella telefon – verður tú biðin um at lata ávísar upplýsingar, sum vit hava tørv á fyri at kunna avgreiða tína bílegging og tína ferð. Hvørjar upplýsingar, okkum tørvar, veldst m.a. um, hvar tú ferðast.

Upplýsingarnar niðanfyri eru eitt ískoyti til okkara almennu treytir fyri flutningi, sum tú finnur her.

Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
Navn
Telefonnummar
Teldupost
Súlubonus-limanummar (úm tú ert limur)
Passnummar (veldst um ferðaleiðina)
Gjaldskortupplýsingar (bert fýra tey seinastu tølini á gjaldskort-nummarinum)
Um tørvur er á serligum tænastum, sum t.d. koyristól o.t., verður hetta eisini skrásett

Endamál
Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er at avgreiða/umsita tína avtalu um keyp av ferðaseðli við Atlantic Airwyas, umframt at avgreiða sjálva ferðina við okkum.

Viðgerðarheimild
Fyri at vit kunnu halda okkara avtalu við teg, mugu vit viðgera ávísar upplýsingar um teg. Viðgerðarheimildin er tískil at halda avtaluna.

Vit kunnu hava eina lógarásetta skyldu at viðgera og goyma ávísar persónsupplýsingar um teg, og hetta gera vit í tann mun, tað er kravt av okkum. Hesi lógarkrøv kunnu t.d. viðvíkja fráboðan til TAKS og aðra rættarverju.

Móttakarar
Fyri at kunna halda okkara skyldur víðarigeva vit møguliga tínar persónsupplýsingar til t.d. tín kortveitara, floghavnir, TAKS ella løgregluna.

Striking
Upplýsingar, sum tú hevur latið okkum í sambandi við ferðaseðlakeyp og umsiting av hesum, verða goymdar, til vit ikki longur hava tørv á teimum ella skyldu at goyma hesar, og kann hetta vera í upp til fimm ár.

Súlubonus

Atlantic Airways savnar, brúkar og goymir tínar persónsupplýsingar við tí endamáli at umsita limaskap tín hjá Atlantic Airways, m.a. at skráseta tínar flogferðir og síggja til, at tú fært bonusstig fyri viðkomandi ferðir gjøgnum tín limaskap í Súlabonusskipanini hjá Atlantic Airways.

Upplýsingarnar niðanfyri eru eitt ískoyti til limatreytirnar fyri Súlubonus-skipanina, sum tú finnur her.

Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
Samskiftisupplýsingar, m.a. navn, bústaður, tjóðskap, kyn, møgulig lestrarstøða, teldupostadressa, telefonnummar.

Atlantic Airways fer við støði í tínum persónsupplýsingum av sær sjálvum at taka avgerðir um teg fyri at gera av, um tú skalt hava ungdómsstøðu. Tað verður grundað á føðingardag tín. Harumframt taka vit av okkum sjálvum avgerðir, grundaðar á talið av ferðastigum, til at avgera, um tú ert gulllimur. Ert tú undir rætta aldursmarkinum, kanst tú fáa ungdómsstøðu. Hevur tú flogið nóg nógvar ferðir, kanst tú gerast gulllimur.

Endamál
Endamálið er at samskifta við teg og síggja til, at tíni bonusstig kunnu eyðmerkjast og gevast rætt.

Viðgerðarheimild
Fyri at vit kunnu halda okkara avtalu við teg um limaskap í Súlubonus, mugu vit viðgera ávísar upplýsingar um teg. Viðgerðarheimildin er tískil at halda avtaluna.

Móttakarar
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar hjá Atlantic Airways og verða vístar á vevsíðuni hjá triðjapartshýsara.

Striking
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar, so leingi tú ert limur í Súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways. Tínar persónsupplýsingar verða strikaðar, tá ið tú sigur limaskapin upp, uttan so at tað verður álagt Atlantic Airways sambært viðkomandi lóggávu at goyma tínar persónsupplýsingar í eitt longri tíðarskeið.

Atlantic Airways appin

Atlantic Airways app’in ger tað lættari hjá tær at bíleggja ferðir og at skriva teg inn, meðan tú ert á ferð. Velur tú at taka niður og installera app’ina, verður tú biðin um at lata ávísar persónsupplýsingar áðrenn app’in gerst virkin.

Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:

Navn
Føðidato
Tjóðskapur
Teldupostur
Súlubonusnummar
Fartelefonnummar
Bústaður

Endamál
Endamálið er at kunna veita tær tær tænastur, sum app’in gevur atgongd til, m.a. at lætta um bílegging og innskriving.

Viðgerðarheimild
Fyri at vit kunnu halda okkara avtalu við teg um tænastuveiting umvegis app’ina, mugu vit viðgera ávísar upplýsingar um teg. Viðgerðarheimildin er tískil at halda avtaluna.

Móttakarar
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar hjá Atlantic Airways og verða vístar á vevsíðuni hjá triðjapartshýsara.

Striking
Tínar persónsupplýsingar verða goymdar, so leingi tú nýtir app’ina og hevur hesa installeraða. Tínar persónsupplýsingar verða strikaðar, tá ið app’in verður strikað, uttan so at tað verður álagt Atlantic Airways sambært viðkomandi lóggávu at goyma tínar persónsupplýsingar í eitt longri tíðarskeið.

Samband
Kundar hjá okkum kunnu altíð seta seg í samband við okkum, t.d. við spurningum, klagu ella líknandi.

Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
Navn, bústað, teldupost og telefonnummar
Upplýsingar, sum tú gevur okkum, sum eru neyðugar fyri, at vit kunnu viðgera tín fyrispurning

Endamál
Endamálið við viðgerðini er, at vit kunnu hjálpa tær og viðgera tín fyrispurning.

Viðgerðarheimild
Upplýsingarnar verða viðgjørdar soleiðis, at Atlantic Airways kann kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, sum er at svara tínum fyrispurningi.

Í sambandi við klagur og tílíkt, sum kunnu innihalda viðkvæmar upplýsingar, t.d. upplýsingar um heilsustøðu, er viðgerðin neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast.

Móttakarar
Viðkomandi upplýsingar kunnu, um so er, at vit hava skyldu til tess, víðarilatast viðkomandi almennum myndugleikum. Harumframt kunnu upplýsingar eisini latast til uttanhýsis ráðgevar, herundir advokatar, um tað er neyðugt.

Striking
Upplýsingar, sum Atlantic Airways viðger í sambandi við svar av fyrispurningum, verða strikaðar í seinasta lagið 24 mánaðar eftir, at málið er endaliga avgreitt.

Atlantic AirFi

Vit innsavnar ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú nýtir okkara tráðleysa internet umborð. Í hesum sambandi kann Atlantic Airways goyma farspor á tínari tóleind (telda, teldil, fartelefon ella okkurt annað).

Tú kanst lesa okkara cookiepolitikk her.

Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
Upplýsingar, sum verða sendar frá tíni tóleind, tá ið tú nýtur Atlantic AirFi

Upplýsingar um:
Eyðmerkingarnummar á eindini (IP- og MAC-adressa), tilvísingar-URL, longd av vitjan, landafrøðilig staðseting
Upplýsingar um tína nýtslu av Atlantic AirFi. Hesar upplýsingar verða savnaðar umvegis farspor.

Endamál
Endamálið við innsavnanini av upplýsingum í samband við nýtslu av tænastum, er at kunna eyðmerkja tína tóleind, umframt til hagfrøði.

Viðgerðarheimild
Viðgerðarheimildin fyri okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum í samband við nýtslu av Atlantic AirFi er títt samtykki.

Móttakarar
Viðkomandi upplýsingar verða latnar veitarum, sum vit samstarva við, herundir veitarar av tekniskari support og rakstur av okkara tænastum.

Striking
Upplýsingar, sum verða innsavnaðar í samband við nýtslu av Atlantic AirFi, verða gjørdar navnleysar so hvørt og verða strikaðar í seinasta lagi 12 mánaðar eftir innsavnan.

Farspor ganga út sambært okkara cookiepolitikki, les meira her.

Avmarking av rættindum
Innlit í upplýsingar í samband við omanfyri nevnda krevur, at tú gevur okkum nakrar upplýsingar afturat, sum gera tað møguligt hjá okkum at eyðmerkja teg: (i) upplýsingar latnar í samband við logon, (ii) nýtt IP/MAC –adressa, umframt (iii) dagfesting og uml. klokkutíð, tá ið tú nýtti tráðleysa interneti. Vit viðgera ikki títt for- og eftirnavn og kunnu tískil ikki eyðmerkja teg út frá teimum skrásettu upplýsingunum.

Tíni rættindi
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Rætt til at afturkalla eitt samtykki
Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónsupplýsingar, sum vóru grundaðar á samtykkið.

Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Rætt til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tí ávísar upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó, at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.

Rætt til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætt til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjað.

Rætt at klaga
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.

Rætt til dátuflutning
Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Triðipartur
Hendan kunning fevnir bert um viðgerð av persónsupplýsingum, sum Atlantic Airways fremur. Aðrir partar, sum vit samstarva við, og aðrar heimasíður, sum eru atkomuligar umvegis okkara heimasíðu, hava teirra egnu dátuverndarkunning og politikkir viðvíkjandi viðgerð og vernd av persónsupplýsingum. Vit heita á teg um at seta teg inn í politikkirnar og dátuverndarkunningina hjá øðrum pørtum.

Hóast vit royna bert at samstarva við triðjapartar, sum hava somu virðing og seta somu høgu krøv til dátuvernd sum vit, so kunnu vit ikki á nakran hátt ábyrgjast leistin hjá triðjamanni at verja og viðgera persónsupplýsingar.

Tyrluskipanin

Keyp av ferðaseðlum
Tá ið tú bíleggur ein ferðaseðil frá okkum – umvegis heimasíðu ella telefon – verður tú biðin um at lata ávísar upplýsingar, sum okkum tørvar fyri at kunna avgreiða tína bílegging og tína ferð. Hvørjar upplýsingar, okkum tørvar, veldst m.a. um, hvar tú ferðast.

Upplýsingarnar niðanfyri eru eitt ískoyti til okkara almennu treytir fyri flutningi, sum tú finnur her.

Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit:
Navn
Bústaður
Telefonnummar
Teldupost
P-tal (verður bert nýtt til váttan hjá Landsfólkayvirlitinum)
Gjaldskortupplýsingar (bert fýra tey seinastu tølini á gjaldskort-nummarinum)
Um tørvur er á serligum tænastum, sum t.d. koyristóli o.t., verður hetta eisini skrásett

Endamál
Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er at avgreiða/umsita tína avtalu um keyp av ferðaseðli við tyrluni umframt at avgreiða sjálva ferðina við okkum.

Viðgerðarheimild
Fyri at vit kunnu halda okkara avtalu við teg, mugu vit viðgera ávísar upplýsingar um teg. Viðgerðarheimildin er tískil at halda avtaluna.

Vit kunnu hava eina lógarásetta skyldu at viðgera og goyma ávísar persónsupplýsingar um teg, og hetta gera vit í tann mun, tað er kravt av okkum. Hesi lógarkrøv kunnu t.d. viðvíkja fráboðan til TAKS og aðra rættarverju.

Móttakarar
Fyri at kunnu halda okkara skyldur víðarilata vit møguliga tínar persónsupplýsingar til t.d. tín kortveitara, floghavnir, TAKS ella løgregluna.