Kom við okkum til arbeiðis - og fá innlit í okkara spennandi gerandisdag á landi, í luftini og allastaðni har í millum. Her sleppur tú at lúra inn í lastarúmið, síggja HEPA-filtrið, sum syrgir fyri góðari og reinari luft umborð á okkara flogførum, hoyr, hvørji korona-tiltøk eru sett í verk á farstaøðini og nógv, nógv annað.
Kundi tú hugsað tær at starvast hjá Atlantic Airways? Trýst HER fyri at síggja møgulig leys størv.
Atlantic Airways hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at minka um covid-19 smittuvanda hjá ferðafólkum og starvsfólkum😷😊 Eitt nú á farstøðini, har Katrin í dag vísir okkum á nøkur av tiltøkunum, sum nú merkja gerandisdagin bæði hjá teimum, ið starvast har eins og hjá teimum, ið skulu á flog✈️️
Sølu- og kundatænastan hjá Atlantic Airways hevur havt úr at gera, síðani korona legði mestsum alla flogferðsluna lamna um miðjan mars í ár🛬👎🏼
Nú eru gerandisdagurin og avgreiðslutíðin farin at líkjast sær sjálvum aftur, umframt at fólk hava fingið hug at ferðast aftur🤗🛫
Men tær umleið 700 avlýstu flogferðirnar fyrr í ár høvdu stórar kollveltingar við sær😳
Frá hálvum mars til hálvan juli fekk sølu- og kundatænastan:
21.000+ teldupostar ✔️
Upp til 1.200+ telefonuppringar um dagin ✔️
10.000 tals avlýstar/broyttar ferðaseðlar ✔️
Hesa ferð hitta vit Kristinu, sum er leiðari fyri sølu- og kundatænastuna☺️💻📞
Í hangarinum í Vágum arbeiðir eitt altjóða góðkent, tekniskt toymi, og tað er ein av orsøkunum til, at tað ber til hjá Atlantic Airways at hava Føroyar sum hornastein í sínum virksemi 🔧🙌
Hesa ferð hitta vit Einar, sum er flogteknikari😊 Hann vísir okkum eitt nú HEPA-filtrið, sum reinsar luftina umborð og fangar 99,99% av øllum bitlum (mikrobum)😷 Luftin verður skift triðja hvønn minutt; hetta er nógv meira enn í einum vanligum innanduraumhvørvi🙃 Sostatt fáa ferðandi uml. 80 ferðir so nógva reina luft enn tað, tey hava brúk fyri💪
Tekniska toymið tekur sær annars av øllum tí dagliga viðlíkahaldsarbeiðnum, ið hevur við flogfør og tyrlur at gera – hygg við!✈️🚁
Ops-deildin hjá Atlantic Airways – ella ‘operations’, sum tað er ein stytting fyri, er av sonnum ein “høgguslokka-deild” Í ops’ini samskipa tey alt tað praktiska í sambandi við flúgvingina, so sum at manna flogførini, tey syrgja fyri flogloyvum, samskifti við flogvallir og flogførini og nógv, nógv annað Leiðarin í ops’ini, Ragnar, greiðir frá her
Korona-tilmælini og avmarkingarnar hava broytt mátan, vit ferðast uppá í dag✈️ Hetta merkist eisini umborð, millum annað tí ongin veiting er í løtuni, og eisini skulu bæði starvsfólk og ferðandi vera í andlitsmaskum😷
Hesa ferð fara vit við Tanju til arbeiðis, har vit hoyra hana greiða frá broytta gerandisdegnum sum flogterna🙂🇫🇴👏
Trygdin hevur alt at siga í okkara arbeiði, og myndugleikakrøvini viðvíkjandi trygd eru sera nógv og høg Hesa ferð hitta vit flogtrygdarleiðaran, Eystein í Løðu, sum greiðir eitt sindur frá sínum arbeiði, ið fyrst og fremst snýr seg um, at trygdin í flogførum og tyrlum er 100%, hvørja einastu ferð flogið verður