_

Samstørv við flogfeløg

Atlantic Airways samstarvar við onnur flogfeløg við sonevndum interline og codeshare avtalum fyri at tryggja eina betri ferðauppliving. Les meira um hetta niðanfyri, og hvat tað merkir fyri okkara ferðandi.

Interline avtalur

Okkara interline avtalur hjálpa til við at avreiða ferðaskjøl og viðføri og eru serliga gagnlig fyri okkara ferðafólk, sum skulu ferðast við einum ella fleiri flogfeløgum fyri at koma fram. Samstarvsfeløgini kunnu skriva út fráferðarkort fyri alla ferðina og skriva inn viðføri til endaliga ferðamálið. 

 

_

_

_

_

_

_

_

_

_

_

Codeshare avtalur

Við okkara codeshare avtalum kunnu vit bjóða okkara ferðafólk atgongd til eitt størri rutunetverk og betri ferðasambond. Tú sært á tínum ferðaseðli ella á bíleggingarváttanini, hvørt tað er Atlantic Airways, ið flýgur ella ein av okkara samstarvsfeløgum.

_

_