_

Farsporpolitikkur

Farspor verða brúkt til greining og eftirmetingar fyri, at vit kunnu betra um okkara heimasíðu, vísa tær viðkomandi innihald og yvirhøvur geva tær eina góða heimasíðuuppliving.

Farspor OSS (Ofta Settir Spurningar)

Hvat er eitt farspor (cookie)?

Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum verður goymd á tíni teldu, tínum teldli ella tíni fartelefon. Tað er neyðugt at brúka farspor fyri at heimasíðan og/ella appin hjá Atlantic Airways virkar sum ætlað.

Hví brúka vit farspor?

Vit brúka farspor fyri betra um tína ferð á heimasíðu okkara. Hetta gera vit við t.d. at:

- Minnast til títt seinast valda ferðamál, mál á heimasíðu, innritan, valdu stillingar ísv. Súluvangan v.m.

- Eftirmeta brúkaraatburð á heimasíðu okkara fyri at kunna menna og betra um heimasíðuna so hvørt, og gera tað so einfalt sum gjørligt hjá tær at keypa eina ferð og/ella leita tær fram kunning.

- Greina brúkaraatburð á heimasíðu okkara fyri at vísa tær viðkomandi sølufremjandi innihald, tá ið tú vitjar aðrar síður.

Verða farspor goymd leingi?

Tey ymsu farsporini strika seg sjálvi, tá ið tíðin er farin.
T.d. nýta vit m.a. “session cookies” í sjálvari bíleggingarskipanini. Hesi farspor verða strikað. tá ið tú letur kagan aftur, men onnur farspor sum t.d. “language cookies” og “Google Analytics” farspor verða goymd longur.

Farsporini strika seg sjálvi, tá ið tíðin er farin.

Farsporstýring

Tað er møguligt hjá tær at broyta farspors-stillingarnar í kaganum, so tú ikki goymir nøkur farspor.

Legg til merkis, at uttan neyðug farspor, kann tað verða. at summi týðandi øki á heimasíðu okkara ikki rigga sum ætlað.

Møguligt er at nýta kagan í “incognito” ella “private” standi, um tú ikki vilt, at kagin skal goyma  farspor eftir tína vitjan. Kanna sjálv/ur, hvussu tú gert tað við kaganum, tú brúkar.

Hvørji farspor nýta vit?

Sí yvirlit undir her.