Hjá Atlantic Airways gera vit altíð okkara besta fyri at tryggja, at tín fráferð er til tíðina. Tá seinkingar ella avlýsingar koma fyri, endurrinda vit tær pening sambart EU-forskrift EC261/2004. Vinaliga legg til merkis, at Atlantic Airways er eitt føroyskt flogfelag og ikki eitt flogfelag í EU, og Vága Floghavn er ikki ein flogvøllur í EU. Tí eru EU endurgjaldsreglurnar ikki galdandi fyri fráferðir við Atlantic Airways frá Vága Floghavn.
Um tú hevur rætt til endurgjald sambært EU-forskriftini, fært tú endurgjald fyri seinkingina/avlýsingina.
Triðjaparts tænastuveitarar taka ofta eitt ómaksgjald fyri at hjálpa tær við tínum kravi. Tí loysir tað seg best fyri teg at krevja endurgjald beinleiðis frá Atlantic Airways.
Um avlýsingar ella seinkingar eru orsakað av umstøðum, sum vit ikki hava tamarhald á (t.d. veðri, sonevndar ‘bird strikes’, verkfall, flogvallar- og/ella luftrúmsavmarkingar v.m.), hevur tú ikki rætt til endurgjald. Fyri at síggja ofta spurdar spurningar, OSS, vinaliga sí www.flypassager.dk
Fyri meira upplýsingar, sí EUR-Lex - 32004R0261 - EN - EUR-Lex (europa.eu)