Tá tú skalt keypa ferðaseðil við einum gávubrævi, skalt tú fyrst leita eftir flogferðini sum vant á Atlantic.fo. Vel síðani flogferð og á gjaldssíðuni skalt tú velja "Gávubræv" sum gjaldshátt. Trýst síðani á "Halt fram" og tøppa gávubrævnummarið inn.
Um ferðin kostar meira enn virðið á gávubrævinum, ber til at rinda prísmunin við gjaldskorti ella einum øðrum gávubræv.
GG! Gávubrøv byrja við bókstavunum AA. Tilgóðarseðlar byrja við RC og kunnu brúkast her.
At keypa eitt gávubræv frá Atlantic Airways er skjótt og einfalt. Gávukortið verður goldið við gjaldskorti, og vit senda tær tað við telduposti beinavegin.
Keyp
Gávubrøv kunnu keypast á heimasíðu okkara á www.atlantic.fo. Tey verða send við telduposti til keyparan sum ein krøkja í PDF format. Krøkjan kann prentast út ella sendast víðari við telduposti til móttakaran.
Minst loyvda upphædd fyri keypi er DKK 200.
Gávubrøv eru galdandi í fimm ár frá keypsdegnum og kunnu ikki býtast um til reiðan pening.
Gjald
Til ber at gjalda við VISA, Eurocard ella Mastercard. Online gjøld verða viðgjørd via Quickpay A/S.
Legg til merkis
Til ber at angra keypið innan 24 tímar og fáa alt endurgoldið.
Upphæddin verður flutt á sama gjaldskort, sum gávubrævið varð goldið við.
Hevur tú av misgávum skrivað skeiva upphædd, mást tú seta teg í samband við okkum, á [email protected] ella við at ringja á tlf 34 10 00, og vit kunnu rætta upphæddina fyri teg.
Nýtsla
Gávubrøv kunnu einans nýtast til keyp av ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways
Vel flogferð á atlantic.fo og vel "Gávubræv" sum gjaldshátt. Trýst síðani á "Halt fram" og tøppa gávubrævnummarið inn.
Um ferðin kostar meira enn virðið á gávubrævinum, ber til at rinda prísmunin við gjaldskorti.
Dátuverndarkunning
Atlantic Airways viðger tínar persónsupplýsingar og tíni lógarásettu rættindi. Serstakar viðskiftatreytir t.d. í sambandi við keyp av ferðaseðlum, gávubrøvum o.t. hava forrættindi framum hesa kunning.
Les meira um dátuverndarkunning