Gran Canaria verður sjálvandi aftur á ferðaætlanini veturin 24/25, og flogið verður soleiðis um jólini og nýggjárið:
- 18. desember 2024 t/r,
- 26. desember 2024 til Gran Canaria,
- 27. desember 2024 til Føroya
- 06. januar 2025 t/r.
Eftir hetta verður Gran Canaria fast á skrá hvønn mánadag frá 13. januar til og við 23. apríl 2025. GG! Heimferðin til Føroya úr Las Palmas er týsdagar.
Sera gott veðurlag alt árið, frálíkar strendur og góð tænasta lokka eina rúgvu av gestum til kanarisku oyggjarnar alt árið. Bæði Gran Canaria og Tenerife eru sera væl umtókt ferðamál bæði hjá stórum sum smáum.
#SÓLUMVETURIN á Gran Canaria er sera væl umtókt; tað er ómakaleyst at flúgva beinleiðis frá myrka vetrinum í Føroyum til sól og pálamtrø.
Á Gran Canaria er tað serliga suðursíðan, ið dregir sólglaðu ferðafólk til sín. Har eru ein rúgva av frítíðarstøðum og gistingarhúsum við svimjihylum og øllum, ið har til hoyrir, so tú væl og virðiliga kanst løða battaríini og fylla d-vitamin-goymsluna.
Kanarisku oyggjarnar, bæði Tenerife og Gran Canaria, sum Atlantic Airways flýgur beinleiðis til, hóska seg væl til teirra, ið dámar væl at sóla sær á mjúkum sandstrondum, til tey aktivu, til tey, ið vilja liggja við svimjihylin allan dagin, til tey sólglaðu... Ja, í stuttum til tey flestu!
Íbúgvatal | 840.000 |
Tíðargeiri | GMT |
Mál | Spanskt |
Gjaldoyra | EUR |