Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Basel í Sveis í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í vetur.
Sølan er nú byrjað, og kostnaðurin er 4.695 kr. t/r.
Flogið verður úr Vágum til Basel 27. november og úr Basel til Føroyar 04. desember.
Dystirnir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum verða í St. Jakobshalle og verða spældir soleiðis:
Fríggjadagin 29. november: Sveis - Føroyar (Danmark - Kroatia)
Sunnudagin 01. desember: Kroatia - Føroyar (Danmark - Sveis)
Týsdagin 03. desember: Føroyar - Danmark (Kroatia - Sveis)
Íbúgvatal | 177.000 |
Tíðargeiri | GMT+2 |
Mál | Týskt |
Gjaldoyra | CHF |
Ísv. seinkingar í flogferðsluni
Fyri veður eru seinkingar og avlýsingar í flogferðsluni. Vit biðja ferðandi um vinaliga at fylgja við á heimasíðu okkara undir 'Ferðslan'.
Kundatænastan hevur opið sum vanligt í morgin, mánadagin 25. november.