Heimurin er áhugaverdur, og heimið er best. Endamálið við SVEIGGJ-ferðaseðlunum er at knýta lesandi og ungdóm, sum búgva uttanlands nærri Føroyum, umframt at gera tað meiri áhugavert hjá ungum føroyingum at búgva og nema sær útbúgving í Føroyum. Tí bjóðar Atlantic Airways ungdómi og lesandi at flúgva fyri serprís.
SVEIGGJ-ferðaseðlar eru til øll ung undir 26 ár og føroysk fulltíðarlesandi 26 ár og eldri, ið fáa lestrarstuðul ella ferðastuðul frá Studna.
Fyri at kunna bíleggja SVEIGGJ ferðseðlar beinleiðis á atlantic.fo mást tú fyrst verða Súlubonuslimur. Søk um SVEIGGJ við at innrita teg á Súlubonusvangan og trýsta á "MÍN VANGI". Trýst síðani á "Ert tú góðkend/ur at Sveiggja?" og fylg mannagongdini á síðuni.
Øll ung millum 12 og til og við 25 ár kunnu keypa SVEIGGJ-ferðaseðlar
Fyri at bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar beinleiðis á atlantic.fo er neyðugt at stovna ein vanga á atlantic.fo og viðfesta eitt samleikaprógv við mynd (koyrikort ella pass). Ung undir 26 kunnu eisini bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar við at ringja til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways ella eina ferðaskrivstovu.
Atlantic Airways skal góðkenna samleikaprógvið, áðrenn tú kanst bíleggja ferðaseðlar á atlantic.fo
Atlantic Airways tilskilar sær rætt at tryggja, at ferðandi við SVEIGGJ lúka treytirnar. Vit kunnu tí biðja um samleikaprógv, áðrenn tú skalt umborð. Minst tí altíð til samleikaprógv, tá tú ferðast við SVEIGGJ.
Føroysk fulltíðarlesandi 26 ár og eldri, ið fáa lestrarstuðul ella ferðastuðul frá Studna, kunnu eisini keypa SVEIGGJ ferðaseðlar. Fyri at kunnu bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar skalt tú stovna ein vanga á heimasíðuni hjá Atlantic Airways.
Umframt samleikaprógv skalt tú viðhefta eina váttan frá lærustovninum, ið prógvar, at tú ert fulltíðarlesandi. Tað er ein treyt, at lærustovnurin er góðkendur av Studna ella SU. Váttanin er galdandi eina lestrarhálvu (semester). Atlantic Airways skal góðkenna samleika- og lestrarprógvið, áðrenn tú kanst bíleggja ferðaseðlar á atlantic.fo.
Tú skal kunna prógva, at tú í inniverandi lestrarhálvu fært lestrarstuðul frá t.d. Stunda ella SU.
SVEIGGJ-ferðaseðlar kunnu keypast til øll ferðamál hjá Atlantic Airways.
SVEIGGJ-ferðaseðlar kunnu ikki setast saman við øðrum ferðaseðlasløgum, hvørki tá ið tú keypir ella møguliga broytir ferðaseðilin.
Við SVEIGGJ-ferðaseðlum kanst tú broyta ferðadag, farleið og navn. Hvør broyting kostar DKK500 + møguligan prísmun. Navnabroyting kostar DKK 600. Tvs. broytir tú t.d. navn og ferðadag kostar hetta DKK 1100 í broytingargjaldi + møguligan prísmun.
Um navn verður broytt á einum SVEIGGJ ferðaseðli, skal tann nýggi ferðandi eisini lúka treytirnar fyri SVEIGGJ ferðaseðlum. Ung undir 26 ár kunnu broyta navn á SVEIGGJ-ferðaseðlinum við at ringja til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways ella ferðaskrivstovuna, har tú hevur bílagt ferðaseðilin.
Lesandi 26 ár og eldri kunnu bert broyta navn á SVEIGGJ-ferðaseðlinum við at ringja til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways.
Vit bjóða møguleika at angra keypið av SVEIGGJ-ferðaseðlum innanfyri 24 tímar, frá keypið er gjørt og fáa allan peningin endurgoldnan, tó í seinasta lagi tríggjar tímar áðrenn fráferð.
Um tú hevur bílagt ein SVEIGGJ-ferðaseðil og kanska skrivað skeivt navn, valt skeivan dag ella angrað títt keyp, kanst tú fáa allan SVEIGGJ-flogferðaseðilin endurgoldnan, um tú setur teg í samband við okkum innan 24 tímar frá keypstíðspunktinum.
Hvussu geri eg tað?
Tú kanst ringja til Kundatænastu okkara á +298 34 10 00 ella senda ein teldupost til [email protected]
Minst til at viðmerkja navn á ferðandi og bíleggingarnummar - restini taka vit okkum av!
Hvat um eg angri mítt keyp, og tit hava stongt (vikuskifti ella heiligdagar)?
Tað týdningarmesta er, at tú gert vart við teg innan teir 24 tímarnir eru farnir. Send okkum ein teldupost á [email protected] við omanfyrinevnda. Tá er tað tíðspunktið, ið vit hava móttikið tín teldupost, ið er galdandi.
SVEIGGJ-ferðaseðilin kann ikki endurgjaldast (tó við undantaki av 24-tíma tíðarfreistini)
Útboðið av SVEIGGJ ferðaseðlum kann verða avmarkað á útvaldum ferðum.
Hvør einstakur persónur kann bara hava ein vanga á atlantic.fo. Bara brúkarin sjálvur kann bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar til sín sjálvs á atlantic.fo.
Tá tú stovnar ein vanga, váttar tú, at øll kunningin á vanganum er røtt og dagførd. Um tú t.d. gevst við lesnaðinum, skalt tú beinanvegin dagføra tín vanga á heimasíðuni ella geva Atlantic Airways boð um hetta við at senda teldupost til [email protected].
Tá ið tú stovnar ein vanga, gerst tú samstundis limur í trúfestisskipanini hjá Atlantic Airways, Súlubonus.
Við at stovna ein vanga loyvir tú Atlantic Airways at senda tær kunning við tíðindum og tilboðum.
Atlantic Airways tilskilar sær rætt at tryggja, at ferðandi við SVEIGGJ lúka treytirnar. Vit kunnu tí biðja um samleikaprógv, áðrenn tú skalt umborð. Minst tí altíð til samleikaprógv, tá tú ferðast við SVEIGGJ.
Verður ferðaseðilin keyptur við at ringja ella skriva til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways, er avgreiðslugjaldið DKK 275 fyri hvønn t/r ferðaseðil.
Brot á treytirnar t.d. skjalafalskan verður meldað til løgregluna.
Atlantic Airways kann til eina og hvørja tíð broyta treytirnar ella avtaka SVEIGGJ-ferðaseðlar.