_

Treytir

Sí skjalið niðanfyri fyri at síggja, hvørjar treytir eru galdandi fyri tey ymsu ferðaseðlasløgini og farleiðirnar. 

FERÐASEÐLASLØG

LÁGPRÍS

SVEIM

SVEIM+

FARLEIÐ

Allar

Allar

Allar

MATUR*)

Til keyps

Til keyps

Til keyps

CPH EXPRESS FAST TRACK

-

ATGONGD TIL LOUNGE **)

-

-

VIÐFØRI

1 stk. á 23 kg

2 stk. á 23 kg

2 stk. á 23 kg

HANDVIÐFØRI

8 kg

kg

kg

SÚLUBONUS

500 stig

✔ 750 stig (SÓL)

750 stig

1.000 stig

✔ 1.500 stig (SÓL)

BROYTING AV FERÐADEGI OG/ELLA FARLEIÐ

500 DKK/stk + møg. prísmun

0 DKK + møg. prísmun

0 DKK + møg. prísmun

NAVNABROYTING ***)

600 DKK

KANN ENDURGJALDAST ****)

-

-500 DKK

VEL STÓL VIÐ INNSKRIVING ÓKEYPIS

VEL STÓL VIÐ BÍLEGGING

75 DKK 

NO SHOW

Ferðin mist

Ferðin mist

Kann broytast ella endurgjaldast innan 1 ár

24 TÍMAR ANGRIRÆTT

SAMANSETING AV FERÐASEÐLASLØGUM

AVSLÁTTUR FYRI BØRN UNDIR 12 ÁR (sum sita í egnum stóli) **)

35% av grundprísinum

35% av grundprísinum

35% av grundprísinum

AVSLÁTTUR FYRI BØRN UNDIR 2 ÁR (uttan egnan stól) ***)

90% av grundprísinum

90% av grundprísinum

90% av grundprísinum

MØTIR TÚ IKKI UPP TIL FRÁFERÐ

LÁGPRÍS og SVEIM: Hesin partur av ferðini eru mistur. Hetta er eisini galdandi fyri samanhangandi ferð t.d.: Vágar-Keypmannahavn-Oslo.

EYKA VIÐFØRI

1 stk. upp til 23 kg:

Við bílegging á netinum upp til tríggjar tímar áðrenn fráferð: 249 DKK/stk
Á flogvøllinum við innskriving: 350 DKK/stk

Tungt viðføri frá 23,1 - 32 kg: +250 DKK.

OFTA SPURDIR SPURNINGAR

*) Til/frá Edinburgh og Keflavík rutum er ikki møguligt at bíleggja mat fyri fráferð. Tó er eitt avmarkað úrval til keyps umborð. 

**) Lounge atgongd er bert við fráferð úr Keypmannahavn, Billund, Oslo ella Reykjavík. Sveim+ gevur atgongd til fylgjandi: 

  • Keypmannahavn - Aviator Lounge
  • Billund - King Amlet Lounge 
  • Oslo - OSL Lounge International
  • Keflavík - Icelandair Saga Lounge

***) Navnabroyting og endurgjald av ferðaseðlum kann bert avgreiðast gjøgnum Kundatænastuna (tlf. +298 341000). Legg til merkis, at navnabroyting er bert gjørlig, áðrenn fyrstu fráferð. Tvs., at er talan um ein ferðaseðil aftur og fram, er bert gjørligt at broyta navn, áðrenn útferðin verður brúkt. 

****) Undantøk viðvíkjandi avgjøldum kunnu vera galdandi fyri børn 11 ár og  yngri. 

 

  • Fyri bíleggingar gjøgnum Kundatænastuna verður eitt avgreiðslugjald á DKK 275 lagt omaná prísin. 

  • Fyri broytingar gjøgnum Kundatænastuna er avgreiðslugjaldið DKK 200 fyri hvønn ferðandi.
     
  • Aðrar treytir kunnu verða galdandi á samanhangandi ferðum við øðrum flogfeløgum. 

Almennar treytir

Hvussu nógvar ferðaseðlar kann eg keypa í senn á atlantic.fo?
Alt eftir, hvussu nógvir ferðaseðlar eru tøkir á valda degnum, ber til at bíleggja í mesta lagi 9 ferðaseðlar í senn.

Um leitað verður eftir fleiri ferðaseðlum enn pláss er, vísir skipanin ”útselt” á valda degnum. Roynast kann at leita eftir færri ferðaseðlum fyri at vita, um pláss er eftir.

Kann mín ferðaseðil endurgjaldast, um eg havi uppstigað hann?
Ja, men um tú uppstigar ein ferðaseðil (td. frá LÁGPRÍS til SVEIM+), so galda uppruna treytirnar fyri endurrindan. Tað vil siga, at bert tað, tú hevur rindað afturat fyri at uppstiga ferðaseðilin, kann verða endurrindað.

Hvussu langa tíð frammanundan kann eg keypa ein ferðaseðil?
Ferðaseðlar kunnu keypast upp til 360 dagar fyri fráferð.

Hvat um eg ikki møti til mína fráferð (No-show)?
Hevur tú Lágprís ella SVEIM ferðaseðil, er hesin partur av ferðini mistur. Sama er galdandi fyri øll samanhangandi strekki. T.d. er Føroyar - Keypmannahavn - London mist, um tú ikki møtir til ferðina úr Føroyum.

Við einum SVEIM+ ferðaseðli kanst tú fáa ferðaseðilin endurrindaðan ella brúka hann innan eitt ár. Ferðast tú víðari sum í døminum omanfyri, missir tú tó samanhangandi ferðina, og Atlantic Airways endurrindar ikki hendan partin av ferðini.

Hví er tað bíligari at bíleggja á netinum, enn at seta seg í samband við Kundatænastuna?
Tá tú ringir ella sendir teldupost fyri at keypa ferðaseðil, skal starvsfólk avgreiða bíleggingina. Fyri hesa tænastu leggja vit eitt eykagjald oman á prísin.

Um ferðaseðilin verður keyptur á ferðaskrivstovu, kann avgreiðslugjald verða lagt afturat. Tú kanst fáa neyvari upplýsingar frá ferðaskrivstovuni.

Hvat geri eg, um eg ikki havi móttikið eina váttan fyri keyp av ferðaseðlinum frá Atlantic Airways?
Vinarliga kanna fyrst tín egna “spam”-faldara fyri at vita, um váttanin møguliga er endað har.

Um tørvur er á tí, kanst tú tøppa inn títt bíleggingarnummar og eftirnavnið á “Broyt ferðaseðil” á forsíðuni á atlantic.fo fyri at biðja um nýggja bíleggingarváttan.

Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara Kundatænastu á +298 34 10 00 ella senda teldupost til [email protected] og biðja um at fáa váttanina senda.

Skal eg útskriva mína bíleggingarváttan í sambandi við mína ferð?
Tað er ikki neyðugt at hava eina útskrift av váttanini undir innskriving, tí tú ert longu skrásett/ur í okkara skipanum. Mælt verður tó til, at tú hevur skrivað bíleggingarnummarið niður, sum tú m.a. skalt brúka við innskriving á netinum, innskriving í sjálvavgreiðslum ella innskriving við diskin. Tað er eitt krav, at tú hevur galdandi samleikaprógv við mynd ella pass hjá tær.

Legg til merkis: Ein flogferðaseðil er eitt persónligt skjal, og hann kann bert nýtast av persóninum, hvørs navn er á ferðaseðlinum. Kravið er, at tú hevur galdandi samleikaprógv við mynd ella pass hjá tær, sum skal vísast, um biðið verður um tað. Atlantic Airways tekur sær rætt til at avvísa ferðafólkum, sum ikki kunnu sanna, hvørji tey eru, ella hvørs navn ikki er tað sama sum á samleikapróvnum.

Hvørji gjaldskort góðtekur Atlantic Airways?
Vit góðtaka VISA, Mastercard/Eurocard, og debet-kort, so sum Visa Elektron og Mastercard Debet.

Legg til merkis: Vit gera vart við, at í sambandi við keyp av ferðaseðlum á atlantic.fo við einum debet-korti, “reserverar” peningastovnurin hjá tær ofta eina samsvarandi upphædd á kontu tínari. Kanna í peningastovninum, hvørjar treytir eru galdandi fyri títt kort.

Kann eg hava barnavogn, súkklu ella annað stórt viðføri við mær?
Ja, sí hvat er galdandi HER.

Ber til at innskriva viðføri beinleiðis til endaliga ferðamálið, um eg skal ferðast víðari við øðrum flogfelagi?
Um tú skalt ferðast víðari í sama samdøgri, ber hetta til í flestu førum. Spyr í innskrivingini, tí viðføristreytirnar eru ymiskar hjá ymisku flogfeløgunum.

Hvussu nógv kostar eyka viðføri?
Eyka viðføri á upp til 23 kg kostar 249 DKK. Aðrar treytir kunnu vera galdandi við heimferð, um ferðin byrjar við øðrum flogfelag. Kanna treytirnar hjá viðkomandi flogfelag. Les meira um viðførisreglurnar HER.

Hvat um mítt viðføri er burtur?
Um títt viðføri ikki er komið við, skalt tú seta teg í samband við okkara skrivstovu, um tú ert í Føroyum, ella ein av okkara samstarvsfeløgum í útlandinum – fyri at útfylla eina frágreiðing.

Hvat um mítt viðføri hevur fingið skaða á ferðini?
Um títt viðføri hevur fingið skaða, skalt tú seta teg í samband við okkara skrivstovu, um tú ert í Føroyum, ella ein av okkara samstarvsfeløgum – fyri at útfylla eina frágreiðing.

Um tú hevur eina ferðatrygging, set teg so eisini í samband við títt tryggingarfelag fyri at fáa endurgjald fyri hetta.

Eru avmarkingar fyri, hvar eg kann sita, um eg ferðist við einum pinkubarni?
Ja, ein ferðandi við einum pinkubarni skal sita á einum vindeygaplássi á røðunum 8 til 22 (líka tøl), tó undantikið við neyðútgongdina.

Kann eg innskriva meg á netinum til/frá øllum ferðamálum hjá Atlantic Airways?
Til ber at innskrivast á netinum til/frá flestu ferðamálum.

Er avsláttur á ferðaseðlunum?
Børn og pinkubørn fáa sama avsláttarstig á okkara ferðaseðlum.

Børn við egnum plássi, sum ikki eru fylt 12 ár, fáa 35% avsláttur.

Børn uttan egið setur, og sum ikki eru fylt 2 ár, fáa 90% avsláttur.

Legg til merkis: Avslátturin er galdandi við ávikavist 35% og 90% av grundprísinum. Tað verður givin skiftandi avsláttur á flogvallargjøld og skattir, alt eftir hvar ferðin er til/frá. Sí galdandi prís í yvirlitinum, tá tú bíleggur á atlantic.fo. Tú ert eisini vælkomin at spyrja hjá Kundatænastuni hjá Atlantic Airways ella á tíni ferðaskrivstovu.

Hevur tú stovnað tær ein súlubonusvanga áðrenn fráferð, fært tú eisini súlubonusstig fyri allar ferðir á rutunetinum hjá Atlantic Airways.