Skrivað hevur Ingrid Bjarnastein
Myndir: Høgni Heinesen
Hon lýsir seg sum opna og forvitna. Eyðmjúka. Ágrýtna. Og hesir eginleikarnir hava verið gjørt allan munin í tilgongdini sum rithøvundur. Sum rithøvundur við einum heilt serligum tokka til Føroyar og tað føroyska samfelagið.
Í trý ár býtt yvir tvey umfør hevur Lisbeth Nebelong (61), rithøvundur og journalistur, búð í Føroyum. Og hon vitjar javnan aftur – helst fleiri ferðir um árið.
“Tá ið tú hevur livað so leingi sum eg,” byrjar hon og stórflennir!
“Tá sært tú, hvat hevur týdning fyri teg. Tey barnaárini, tá ið eg búði í Føroyum, hava havt ómetaliga stóran týdning fyri meg, og eg havi í mínum bókum skrivað um øll tey føroysku hugløgini og kenslurnar. Eg havi verið inni í tí. Og nú verði eg næstan kropsliga illa fyri, um eg ikki sleppi til Føroya minst tvær ferðir um árið,” sigur Lisbeth Nebelong, og hesa ferð merkist álvarin í tónalagnum.
Men tað var ikki uttan trupulleikar, tá ið Lisbeth av fyrstan tíð sum tíggju ára gomul flutti til Føroya. Pápi hennara hevði fingið starv sum fulltrúi hjá Ríkisumboðnum, sum tá var Mogens Wahl.
“Eg var skrædd upp við rót frá øllum mínum vinum og mínum umhvørvi heima í Danmark. Eg skilti ikki eitt orð av føroyskum fyrstu vikurnar, men eg fekk eykatímar í Nonnuskúlanum og lærdi tíbetur skjótt málið. Og tað var líka skelkandi fyri meg, tá ið vit eftir tvey ár í Føroyum skuldu flyta aftur til Danmarkar, og eg av nýggjum skuldi finna mítt pláss har,” greiðir Lisbeth frá.
Lisbeth Nebelong er serliga kend sum rithøvundur og journalistur. Umframt tað hevur hon eina útbúgving í leiðslu, og áðrenn hon blakaði seg út í at skriva skaldsøgur, hevur Lisbeth givið sjey bøkur út um búskap og fíggjarstýring.
Nú eru 13 ár liðin, síðan Lisbeth Nebelong gav sína fyrstu skaldsøgu út. Skaldsøgan Når engle spiller Mozart hevur Føroyar sum pall. Onkursvegna ein óforloyst kærleikssøga um donsku Lisu og føroyska Kára og fullveldissamráðingarnar eru karmar um skaldsøguna, sum fer fram í Føroyum.
Og síðan fyrstu skaldsøguna hava tvær afturat sæð dagsins ljós. Og báðar varðveita Føroyar sum avgerandi pall í verkunum. Seint í fjør komu allar tríggjar bøkurnar út sum samlað tríverksbind við felags heitinum Færø Blues Triologien. 700 síður um Lisu, Kára, Føroyar, kærleika, føroysk samfelagsviðurskifti, tónleik og so framvegis.
“Eg havi hesa søguna at bjóða; hetta er mín søga til heimin. Mítt íkast. Hví tað er týdningarmikið? Ja, hví er tað týdningarmikið fyri Knausgård at lýsa alkoholismuna hjá pápa sínum? Í donskum bókmentum eru mínar tríggjar skaldsøgur stórt sæð tað einasta, sum finst, sum lýsir sambandið millum Føroyar og Danmark, og um eg havi nakað endamál við hesum, so er tað at fortelja dønum okkurt um Føroyar,” slær Lisbeth Nebelong fast.
Rithøvundurin er greið yvir, at um hon sjálv ikki hevði búð her í fleiri ár og verið ein partur av føroyska samfelagnum, hevði tað ikki verið gjørligt á sama hátt at skriva hesar skaldsøgurnar.
“Eg var jú føroyingur!” sigur Lisbeth Nebelong, men leggur so kvikliga afturat:
“Men ongantíð heilt kortini. Tí nær ert tú føroyingur?” spyr hon retoriskt.
“Eg havi verið ein partur av øllum. Eg havi sungið fosturlandssangirnar. Barnarímurnar. Eg kenni alt innanífrá. Eg havi verið kring allar Føroyar. 17 tíma siglitúrar við Thorshavn ferð eftir ferð kring oyggjarnar. Og júst hesir túrarnir hava givið mær nógv, tí um eg ikki hevði gjørt tað – um eg bara hevði verið í Havn – so haldi eg ikki, at Føroyar á sama hátt høvdu komið mær í blóðið. Tað var har undir teppinum umborð á “Thorshavn” sum eitt við náttúruna, at eg kendi meg lukkuligast. Og tað hevur eisini havt tað við sær, at eg kenni meg heima í Føroyum.”
Lisbeth Nebelong er mangan vorðin spurd, um Lisa, kvinnuligi høvuðspersónurin í bókunum, er Lisbeth sjálv.
Í bókini flytur Lisa – saman við beiggjanum Eriki og foreldrunum – til Føroya, tí pápin er vorðin nýtt Ríkisumboð. Júst sum Lisbeth sjálv flutti til Føroya við foreldrunum, tí pápi hennara hevði fingið fulltrúastarv hjá Ríkisumboðnum. Og sum heild er nógvur líkskapur millum Lisu og Lisbeth við frítíðarítrivum og upplivingum.
“Eg upplivi ofta, at fólk halda, at eg eri Lisa. Hetta er tó ikki mín søga, tí um eg eri Lisa, so eri eg eisini Erik og Kári (beiggi Lisu og kærleiki Lisu, red.). Eg líkist øllum teimum trimum. Eriki við tí anarkistiska, Lisu sum karrierukvinnu og Kára við tí listarliga. Tað, Kári ger við tónleiki, geri eg við orðum,” sigur Lisbeth Nebelong, sum viðgongur, at persónarnir í bókini fylla nógv í hennara lívi.
So mikið nógv, at hon er ikki heilt til reiðar at sleppa hesum heiminum, sum í so langa tíð hevur verið og er ein partur av hennara lívi.
“Mín ætlan er at skriva eitt stuttsøgusavn við nøkrum av eykapersónunum í bókunum, tí eg kenni tað, sum teirra søga eisini skal forteljast. Tað er hart at skriva fagrar bókmentir, so tað verður neyvan til nakra skaldsøgu afturat,” sigur Lisbeth Nebelong.
Og í framtíðini – saman við stuttsøgusavninum – liggja enn fleiri vitjanir í Føroyum. Í ár millum annað í heyst, tá ið hon fer at skjóta lomviga saman við manningini á Bresti.* Og tað gleðir hon seg til.
*Í sambandi við bøkurnar var Lisbeth ein túr við Bresti og gjørdi kanningararbeiði.
Fakta:
Lisbeth Nebelong
Fødd í 1955 í Keypmannahavn
Búði í Føroyum í trý ár í 60- og 70-árunum
Rithøvundur, journalistur og MPM
Er í løtuni frammi við tríbindsverkinum Færøblues
Skrivar og ritstjórnar bókina Turen går til Færøerne