Ein føroyskur heimsmeistari í hondbólti

Jóhan á Plógv Hansen, 25 ár, uppvaksin í Havn, búsitandi í Silkeborg. Ein vanligur føroyskur drongur, sum í sínum barna- og ungdómsárum bara elskaði at spæla hondbólt og fótbólt í einum av heimsins smæstu høvuðsstøðum, Tórshavn. Her er søgan um ein ungan, føroyskan heimsmeistara í hondbólti 2019

GG! Greinin er skrivað og prentað í Atlantic Review #4 í 2019. Tí eru allar upplýsingarnar ikki dagførdar. Td. spælir Jóhan á Plógv Hansen nú hondbólt við TSV Hannover-Burgdorf í Týsklandi.

Skrivað hevur Kári Durhuus 

Sunnukvøldið 27. januar 2019. Á máltalvuni í Jyske Bank Boxen í Herning stendur 31–22, og danska hondbóltslandsliðið hjá monnum er fyri fyrstu ferð í søguni heimsmeistari í hondbólti. Á liðnum er ungi føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen. 24 ára gamal er hann vorðin heimsmeistari í hondbólti – bert átta ár eftir, at hann sum 16 ára gamal fór úr Føroyum til Danmarkar at menna seg sum hondbóltsleikari.
Hetta er ein løta, sum ungi havnarmaðurin, ið dagliga spælir sum høgrivongur hjá Bjerringbro-Silkeborg, BSV, sjálvsagt ongantíð gloymir.
“Hetta var størsta løtan á míni hondbóltsferð higartil, og hon kendist eitt sindur óverulig. Tankarnir leitaðu aftur til mongu løturnar í Høllini á Hálsi, har vit sum smádreingir onkuntíð stillisliga droymdu um eina professionella tilveru sum hondbóltsspælarar. Og nú stóð eg her við HM-gulli,” greiðir Jóhan á Plógv frá, tá ið hann minnist aftur á hetta kalda og tó so fjálga og stilla vetrarkvøldið í Herning.
Ein góðan mánað seinni hitta vit hann undir einari venjing í Bjerringbro, har hann blíður og týður tekur ímóti við stórum smíli – til reiðar at siga sína søgu. Tað er greitt, at her kemur ein ungur maður, sum stórtrívist. Ein ungur miðvísur maður við jaligum lyndi og vilja av stáli. Hesi orðini ganga eisini aftur, tá ið vit tosa við fólk rundan um Jóhan á Plógv Hansen.
Føroyski hondbóltsspælarin á danska landsliðnum er kendur fyri at renna skjótt og at hava eitt framúr gott avsett, umframt at hann skjýtur við vinstru hond. Hann hevur við miðvísari venjing eisini fingið rætta teknikkin og taktiska hugburðin, vísir Peter Bredsdorff-Larsen, leiðandi venjari hjá BSV, á. Góðu persónligu eginleikarnir hjá Jóhan speglast aftur á hondbóltsvøllinum, sigur venjarin.
“Jóhan er fyrikomandi við einum ljósum og opnum sinni. Hann er sálarliga sterkur og óimponeraður, og tí er eisini torført at taka hann av fótum í trongum støðum. Hann er tilvitaður um sínar egnu menningarmøguleikar,” sigur Peter Bredsdorff-Larsen.

Leiðin inn á landsliðið
Ferðin hjá Jóhan á Plógv Hansen ímóti HM-gullinum byrjaði í roynd og veru góð átta ár frammanundan. Hann fór á Skanderborg Håndbold Elite Akademi sum 16 ára gamal, tá ið hann eisini var við á føroyska U23-landsliðnum. Í Skanderborg gjørdist hann skjótt fastur høgrivongur – fyrst í U16, síðani U18 og í bestu deildini.
21 ára gamal varð ungi havnarmaðurin kosin heimsins besti høgrivongur hjá U21-landsliðum undir HM-endaspælinum í Brasilia, har hann var við á danska U21-liðnum. Stutt frammanundan hevði hann eisini fingið høvi at royna seg á danska A-landsliðnum ímóti Litava og Bosnia. Hann spældi eitt skifti í bestu deildini hjá Skanderborg, til hann gjørdist fastur maður á besta liðnum hjá BSV.
“Tá ið eg var yngri, setti eg mær ongantíð sum mál t.d. at gerast heimsins besti høgrivongur í U21 ella at spæla á danska A-landsliðnum. Míni mál hava alla tíðina verið styttri. Men stuttu málini hava kanska havt við sær, at so hvørt eg rakk teimum, setti eg mær nýggj og hægri mál. Og tað er helst ein líðandi tilgongd, sum hevur ført meg higar, eg eri í dag,” sigur Jóhan á Plógv Hansen umhugsin.

Noyddist at velja landslið
Tað hevði upprunaliga sín prís at velja danska landsliðið, tí sambært galdandi reglum er tá ógjørligt at venda aftur til føroyska landsliðið. Jóhan á Plógv var 17 ára gamal, tá ið hann valdi at miða eftir at koma á danska U21-landsliðið, eftir at hann hevði ein skrásettan dyst á føroyska U23-landsliðnum. Dysturin við U23 hevði við sær eina karantenu í trý ár, áðrenn føroyski leikarin kundi traðka inn í eitt danskt landslið. Skuldi hann gera sær vón um eina yrkisleið á høgum stigi í donskum hondbólti, var neyðugt at taka støðu. Henda støðan varð tikin við støði í, at føroyska landsliðsarbeiðið at kalla var steðgað upp um tað mundið, og at hann veruliga sá møguleikar fyri einum professionellum hondbóltslívi í Danmark.
“Tað var ikki heilt lætt at velja, men møguleikarnir vóru færri í Føroyum tá, og fyri meg er landsliðið ikki ein spurningur um politikk. Tað er ein spurningur um ítróttarligar upplivingar. Eg kenni meg ikki minni sum føroying av hesi orsøk. Hinvegin kenni eg meg sum eitt umboð fyri Føroyar í altjóða hondbólti,” sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum takkar fyri stóra stuðulin og mongu heilsanirnar, hann fekk úr Føroyum undir heimsmeistarakappingini.
Julian Johansen var ungdómsvenjari hjá Jóhan, beint áðrenn hann flutti til Danmarkar, og Julian skilir væl, at ungi hondbóltsleikarin valdi, sum hann valdi.
“Jóhan ofraði altíð alt fyri hondbóltin, og hann vildi røkka langt. Tað vóru ov fáir møguleikar til hansara í Føroyum tá, so hóast valið mundi vera trupult hjá honum, var helst lættari at taka støðu, av tí at her var ov lítið fyri hann,” sigur Julian Johansen.
Danski landsliðsleikarin Nikolaj Øris Nielsen, sum eisini er vinmaður og liðfelagi hjá Jóhan í BSV, sær dagliga ein føroyskan leikara, sum bæði brennur fyri Føroyum og professionellum hondbólti.
“Eg veit, at Jóhan er tætt knýttur at Føroyum, so tað var torført at velja landslið. Men reint hondbóltsliga noyddist hann at taka støðu til, hvar hann kundi menna seg mest. Tað valið fall á Danmark tá, og tað hevur helst havt við sær, at hann er vorðin so dugnaligur. Eg veit eisini, at hann fylgir væl við hondbóltinum í Føroyum, og at hann frøist um ta stóru menning, sum fer fram í føroyskum hondbólti í hesum døgum,” sigur Nikolaj Øris Nielsen.

Framtíðin á landsliðnum
Jóhan á Plógv Hansen kom á danska landsliðið sum triðja valið í heimsmeistarakappingini, eftir at Hans Lindberg hevði fingið ein skaða at dragast við. Jóhan stóð á gáttini til landsliðið saman við Patrick Wiesmach, sum dagliga spælir við Leipzig í týsku Bundesliguni. Jóhan varð valdur fram um Wiesmach, og har stóð hann fyri tørni saman við Lasse Svan Hansen, ið eins og Lindberg hevur verið fastur maður á landsliðnum í nógv ár.
“Eg fekk átta dystir, og tað var nógv meira, enn eg hevði vónað. Skaðin hjá Hans Lindberg gjørdi, at eg slapp framat júst tá. Synd fyri Lindberg og gott fyri meg, tað er tann kaldi veruleikin, men vegna Lindberg eri eg sera fegin um, at hann var við til sjálva finaluna ímóti Noregi,” sigur Jóhan á Plógv Hansen.
Svan og Lindberg eru ávikavist 11 og 13 ár eldri enn Jóhan, og hóast tað altíð er gravgangur eftir einum plássi á danska landsliðnum, er spurningurin, um Jóhan hevur bitið seg so fastan á liðnum, at hann verður fyrsti høgrivongur í komandi árum.
“Tað vóni eg sjálvsagt, men tað eru eisini fleiri góðir spælarar, sum anda í nakkan á mær. Eg kann bara áhaldandi royna at venja og menna meg. So má tíðin vísa, hvat hendir,” er niðurstøðan hjá Jóhan.
Tá ið onnur rundan um Jóhan á Plógv fáa sama spurning, so er metingin eitt sindur ivaleysari. Fyrrverandi danski strikuspælarin á danska landsliðnum, Michael V. Knudsen, sum eisini er vinmaður og liðfelagi hjá Jóhan í BSV, metir, at í løtuni eru neyvan nógvir, sum kunnu hótta Jóhan á høgravonginum.
“Fyri Jóhan snýr tað seg um halda seg skaðaleysan og áhaldandi at byggja oman á tað stigið, hann higartil hevur rokkið í hondbóltinum – m.a. at vera skottryggur, tá ið álopini enda. Men tað krevur eisini miðvísa og harða venjing umframt disciplin, og tað veit Jóhan væl. Tað eigur hann í sær,” sigur Michael V. Knudsen.

Tað byrjaði í Kyndli
Fýra ára gamal fór Jóhan til minihondbólt í Kyndli, og sum smádrongur spældi hann eisini fótbólt við HB. Fótbólturin og hondbólturin fyltu hansara gerandisdag øll barna- og ungdómsárini, og sum árini gingu, varð hann eisini mettur at vera millum bestu fótbóltsspælarar.
“Mostir mín tók meg við til mína fyrstu hondbóltsvenjing, tí hon vandi smábørnini. Hon spældi sjálv sum málverji, og tí vildi eg vera málmaður. Eg stóð í málinum til og við U10, men tá ið vit spældu U12, fór eg at spæla høgribakkur, og har spældi eg síðani øll árini í Føroyum,” greiðir Jóhan á Plógv Hansen frá.
Foreldrini Aibritt á Plógv og Jákup Egholm Hansen sóu sonin trívast væl bæði við hondbólti og fótbólti.
“Hann livdi fyri bóltspælinum. Tað fylti so nógv, at hann sjáldan hevði stundir at koma við okkum á familjuútferðir ella til onnur tiltøk,” sigur mamman.
Fyrstu árini helt Jóhan seg duga fótbóltin betur enn hondbóltin, men fleiri hondbóltsvenjarar høvdu sæð góðu evnini á hondbóltsvøllinum, og tað varð mett skilagott hjá honum at velja hondbóltin fram um fótbóltin.
“Hesa støðuna tók Jóhan eftir eina kapping í Dronninglund, har hann varð kosin besti spælari, og so fór hann miðvíst eftir hondbóltinum,” minnist pápin.
Foreldrini minnast væl tíðina, tá ið sonurin av álvara saman við vinmonnunum mentist í hondbóltinum.
“Venjararnir vóru góðir, men dreingirnir vandu eisini nógv saman uttan fyri vanligu venjingartíðirnar. Teir hjálptu ofta húsavørðinum í Grønuhøll, og afturfyri sluppu teir sjálvir at venja og spæla í høllini – ofta til út á náttina. Vit vóru ongantíð bangin, tí vit vistu, at teir vóru í høllini,” greiðir Aibritt á Plógv frá.
Eisini Høgni Klein Olsen, vinmaður og liðfelagin í Kyndli frá barnaárum, minnist væl aftur á hesa tíðina.
“Vit vandu ofta einsamallir í høllini, og í dag ivist eg onga løtu í, at tað gav sera nógv. Tað var uttan fyri vanligu venjingarnar, at vit sluppu at spæla frítt við bóltinum og at royna øll møgulig kynstur. Eg rokni við, at hetta hevur verið ein týðandi partur av menningin í ungdómsárunum hjá Jóhan,” greiðir vinmaðurin frá.

Til Danmarkar
Tá ið Jóhan var 15 ár, gekk leiðin til Danmarkar til royndarvenjing.
“Vit væntaðu, at hann eina ferð seinni kanska fór til Danmarkar, men longu beint eftir royndarvenjingina fekk hann tilboð um at koma á Skanderborg Håndbold Elite Akademi í eitt ár. So stóðu vit brádliga og skuldu taka støðu,” sigur Aibritt á Plógv.
Mamman er ikki sørt rørd, tá ið hon hugsar aftur á 16 ára gamla sonin, sum flutti av landinum. Foreldrini væntaðu kortini sum so mong onnur, at talan bert varð um eitt ár, og at Jóhan á Plógv síðani vendi heim aftur at spæla við Kyndli.
“Vit tóku tað, sum at hann fór á eftirskúla, og vit høvdu fingið vissu fyri, at góð fólk tóku sær av honum í Skanderborg. Tá ið hann so eitt ár seinni valdi at halda fram í Skanderborg, høvdu vit vant okkum meira við at hava hann í Danmark,” greiðir pápin frá.
Julian Johansen venjari vísir á, at vanliga fóru spælarar av landinum í eitt ár, men tað gjørdist øðrvísi við Jóhan, tí hann vildi so nógv við hondbóltinum.
“Jóhan hevði eitt dirvi og eitt “drive”, sum tað er langt ímillum at síggja. Tað eru í dag ungir leikarar, sum eru betur fyri hondbóltsliga, enn Jóhan var tá, men hann hevur ein hugburð, sum kann føra øgiliga langt. Hann er altíð jaligur, og tú hoyrir hann ongantíð grenja,” sigur Julian Johansen.

Tillagar seg skjótt
Foreldrini sóu skjótt, at Jóhan hevði evnini at laga seg til nýggja umhvørvið.
“Hann hvílir væl í sær sjálvum, og vit hava ongantíð merkt, at honum longdist illa, í øllum førum hevur hann ongantíð víst tað. Hann hevur serlig evni at liva í núinum og taka støðuna, sum hon er,” eru foreldrini samd um.
Øll, sum hava givið sítt íkast til hesa greinina, hava víst á, at Jóhan hevur ein jaligan hugburð og so at siga altíð er í góðum lag. Men verður hann ongantíð illur? Sjálvur svarar hann soleiðis:
“Sjálvandi kann eg gerast illur, men eg fari ikki at rópa og skrála. Eg haldi, eg verði meira keddur og royni at koma skjótt yvir tað. Tí tað er bara eitt at gera, og tað er at fara upp á hestin aftur.
Hann verður lýstur bæði sum ein sosialur persónur, men eisini stillførur. Í fyrstani var hann kanska ov stillførur,” metir vinmaðurin og liðfelagin Michael V. Knudsen, sum er 15 ár eldri enn Jóhan.
“Aldursmunurin okkara millum hevur natúrliga havt við sær, at eg havi loyvt mær at givið honum góð ráð. Eg havi onkuntíð sagt við hann, tá ið hann hugsaði um landsliðið, at hann skuldi vera minni stillførur og vísa meira, hvat hann vildi,” sigur fyrrverandi danski landsliðsleikarin og liðfelagin í BSV.
Jóhan hevur við síðuna av hondbóltinum bæði tikið HH-prógv og BA í fíggjarbúskapi. Á handilsskúlanum hitti hann Astrid Juhl Kyhn, sum hann hevur livað saman við í seks ár.
“Eg hitti ein góðan drong, sum var heilt niðri á jørðini, men sum hevði hondbóltin sum fremstu raðfesting. Hann segði ikki nógv, og eg visti, hann var føroyingur. Men hann ljóðaði longu tá – ræðandi nokk – sum ein danskari. Tú hoyrdi ikki á honum, at hann var úr Føroyum. Eg havi sæð ein stillan drong gerast til ein miðvísan, vaksnan mann,” greiðir Astrid Juhl Kyhn frá.

Framtíðin
“Jóhan ger alt fyri liðið, og hann er lættur at umgangast,” heldur Michael V. Knudsen fram.
Eisini BSV-venjarin Peter Bredsdorff-Larsen vísir á, at Jóhan altíð er til reiðar at veita eina hjálpandi hond – eisini uttan fyri vøllin. Men spurningurin er, hvussu leingi Bredsdorff, Knudsen og Øris kunnu vænta at hava Jóhan í Silkeborg.
“Eg ynski honum sjálvandi eina so góða yrkisleið sum gjørligt. Men tað er ikki vist, at eydnan er at finna í útlondum. Tað týdningarmesta er at hava ein góðan gerandisdag,” sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
Sjálvur hevur Jóhan hendan spurningin frammarlaga í huganum. Stór feløg bæði í Týsklandi og Fraklandi hava havt fyrispurningar hjá Jóhan á Plógv Hansen, men fyribils verður hann verandi í BSV.
“Tað skal okkurt serstakt til at lokka meg úr Silkeborg. Tað skal eitt topplið til at lokka meg burtur. Tað skal veruliga vera nakað at fara til. Pengar eru ikki alt í hesum sambandi. Tað er t.d. eisini ein spurningur um viðurskiftini við venjara, hvønn leiklut felagið letur meg hava, og hvussu nógva spælitíð eg fái,” staðfestir føroyski leikarin í Silkeborg.
Harumframt er tað ein spurningur um, at Astrid eisini skal trívast á einum nýggjum staði og í nýggjum umhvørvi. Hann sigur, at hetta er ein stór avgerð.
“Astrid vil ikki halda mær aftur. Eg vil sjálvandi hava hana við í øllum. Um hon ikki hevur tað gott uttan fyri vøllin, ávirkar tað sjálvandi eisini meg inni á vøllinum. Vónandi finna vit eitt stað, har vit bæði tíma at vera, um vit skulu flyta. Kanska fara vit uttanlands eina tíð og venda seinni aftur til Silkeborg, har vit trívast sera væl,” sigur føroyski BSV-leikarin.
“Eg eri stolt av honum og stuðli honum í øllum. Hann hevur nógva orku, og hondbóltsskúlin í Føroyum fyrr í ár, sum hann stáplaði upp eftir einari viku, er dømi um tað,” sigur Astrid.
Jóhan hevur stóran áhuga at skipa fyri hondbóltsmenning fyri børn – eisini í Føroyum. Hann vil fegin geva nakað aftur til tað samfelagið, sum gav honum so nógv.
Tað var skjótt útselt til hondbóltsskúlarnar hjá Jóhan og HSF, og børnini luttóku spent saman við honum og øllum hinum kendu leikarunum bæði úr Føroyum og Danmark. Foreldrini skilja væl, at Jóhan er væl umtóktur hjá børnunum.
“Hann hevur barnatokka. Her í familjuni dámar børnunum væl at beistast við Jóhan, og vit ivast ikki í, at hann kann læra nógv frá sær, sum kann gagna komandi ættarliðum av hondbóltsspælarum,” eru Aibritt á Plógv og Jákup Egholm Hansen samd um.
“Vónandi havi eg 15 ár eftir í hondbólti á høgum stigi. Sostatt havi eg góða tíð at umhugsa næstu stigini á lívsleiðini. Tað týdningarmesta er at trívast í tí, ein ger. Eg eri so heppin, at eg hvønn dag fái loyvi at gera tað, sum eg elski – nevniliga at spæla hondbólt,” sigur Jóhan á Plógv Hansen stórbrosandi.

 

Onnur tíðindi