– At vísa veruleikan, sum hann er, er heilt natúrligt fyri meg

Soleiðis sigur Brimheim, sum er í holt við at sláa sítt navn fast sum nýggja rokksangarinnan á norðurlendska himmalhválvinum. Hennara erligheit í tekstum og framførslum hava vakt ans, og hon verður samanborin við tær heilt stóru rokksangarinnurnar í modernaðari rokksøgu. Men aftan fyri djørvu kvinnuna finna vit eina smædna gentu, sum er drivin av erligheit og nærveru
Skrivað hevur Eilen Anthoniussen / Mynd: Benjamin Hansen - GG! Hendan grein varð prentað í Atlantic Review 1 - 2022, sum kom út í maj sama árið. 

Hon kom buldrandi út gjøgnum hátalararnar og bankandi inn í okkara hjørtu við sínum rokksangi, sum minnir um eitt ekkó frá eini punkbylgju fyri einum 20 árum síðani. Hennara navn fyllir yvirskriftir, vatnfløskur og øldósir, hennara andlit og kroppur fylla forsíður, og hennara kalendari er við at fyllast við fyrispurningum um konsertir á lokkandi festivalum. 

Vit tosa sjálvsagt um sangarinnuna og tónleikaran Brimheim, sum at síggja til ger kometkarrieru í tónleikaverðini. Á heysti í 2020 sendi hon sína fyrstu EP, Myself misspelled, á marknaðin, og longu fyrst í 2022 var hon aftur við eini heilari útgávu undir egnum navni við heitinum Can’t hate myself into a different shape. 
Men spyrt tú høvuðspersónin, hevur tað ikki gingið skjótt. Hetta er upp á tíðina.  


- Hetta er heilt einastandandi. Eg eri ovfarin av góðu móttøkuni, samstundis sum tað kennist púra natúrligt fyri meg. Eg havi arbeitt við at gerast tónleikari í 20 ár. Eg skrivaði mítt fyrsta lag sum 12 ára gomul, og eg havi altíð vitað, at tað er okkurt slag av x-factor innan í mær, sum eg noyðist at fáa út á ein ella annan hátt. Eg visti, at eg hevði tað, sum skuldi til. Eg kenni tað, sum at eg havi uppiborið hetta, sigur hon glað á málinum. 


Hvat er ektað?
Lovorðini fyri tónleikin á Can’t hate myself into a different shape og Myself misspelled hava verið nógv og vøkur. Til ársins FMA varð hon heiðrað við ikki minni enn trimum heiðurslønum: Ársins lag (“Hey Amanda”), Ársins kvinnuligi sangari og fyri Ársins bólk. Løgini verða send í umferð á ymsu tónleikarásunum bæði í Føroyum og Danmark, donsku miðlarnir tosa um eitt stórt nýtt talent, sum er farið at gera um seg á í danska tónleikapallinum, og hon verður samanborin við nøvn sum Patti Smith, Florence and the Machine og Avril Lavigne. 


- Tað er deiligt at verða samanborin við nøvn, sum eg sjálv síggi upp til. Tað taki eg sum rós. Men tað er ikki nakað, eg hugsi um, tá ið eg geri tónleik. Tá ið eg skrivi eitt lag ella framføri, so havi eg sum mál at vera so nærverandi í teimum kenslunum, sum eg havi. Eg hugsi ikki so nógv um stíl. Eg havi lurtað nógv eftir rokktónleiki, og eg var ung, tá ið Avril Lavigne kom fram. Hon var so rebelsk, og hon umboðaði nakað annað og øðrvísi, og eg minnist, at eg hugsaði: Kann mann hatta? Sjálvt havi eg altíð viljað verið eitt sindur øðrvísi, og eg havi viljað rist í tingini. Eg eri heilt víst antiautoriter og rebelsk, so eg fylgdi kanska bara við tann vegin. 


- Sum yngri hugsaði eg nógv um stíl, og hvat slag av tónleiki eg vildi gera, og eg havi eisini roynt ymiskt, men í dag hugsi eg als ikki soleiðis. Eg hugsi meira: Hvat dámar mær, og hvat er ektað fyri meg?
32 ára gamla Brimheim, hvørs fulla navn er Helena Heinesen Rebensdorff, hevur lurtað nógv eftir rokki, síðani hon var ung og gekk við tónleikaradreymum, og tað er uttan iva rokktónleikurin, ið hevur havt sína ávirkan á hana í einum formativum aldri. 


- Eg havi eisini lurtað nógv eftir Nirvana og Radiohead, og punk-rokk tónleikurin hevur eisini hugtikið meg, men tað merkir ikki, at eg vil gera tað sama. Eg geri tað á mín hátt og royni at taka nakað, sum er sárbært , og at lata tað í mín rokktónleik. 

Sangskrivingin eitt frírúm
Eitt, sum ummælarar hefta seg við, er júst tað viðbrekna og erliga við Brimheim. Tað ger seg galdandi við snøgt sagt øllum. Í tekstunum, framførslunum og hennara upptraðkan í miðlunum. Eitt nú hevur hon í einum tíðarbili á seks mánaðir verið ikki minni enn tvær ferðir á forsíðuni á danska tónleikablaðnum Gaffa. Seinnu ferð í berum yvirkroppi. 


- Eg eri als ikki blúgv, flennir hon, tá ið hon fær spurningin um forsíðuna. 


- At vísa veruleikan, sum hann er, er heilt natúrligt fyri meg, men eg skilji væl, at fólk halda tað vera ov nógv, tá ið tað kemur til at vísa húð. Mín tónleikur og samrøðan í blaðnum snýr seg jú um at vera viðbrekin, tí góvu hesar myndirnar eisini góða meining. Tað er bara ein annar máti at úttrykkja mín boðskap. 


Helena hevur við sínum útgávum lyft lokinum fyri sálarligum avbjóðingum, sum er ein sentralur partur av tekstunum hjá henni. Hon hevur í miðlunum greitt frá, hvussu hon, síðani hon var ung hevur stríðst við sálarligar avbjóðingar, ið hava havt tíðarskeið við tunglyndi við sær.


- Tað er ein partur av mær, og eg síggi tað sum eina lívstreyt. Tað er avbjóðandi at vera menniskja, og vit skulu øll ígjøgnum alt møguligt. Her kann tónleikurin lekja. Og tað er tað, sum hendir, tá ið eg syngi, skrivi og framføri. Tónleikurin má vera persónligur fyri meg. Tónleikur kann saktans vera ‘skæg og ballade’, men tað gevur mær mest, tá ið okkurt er upp á spæl. 


Í veruleikanum hevði Helena tað ikki gott, tá ið sangirnir til hennara seinastu útgávu vórðu gjørdir. Beint sum móttøkan av Myself misspelled var í hæddini, varð hon rakt av umfatandi tunglyndi, sum tók alla orku frá henni. Men hon setti sær fyri at arbeiða seg upp aftur, og tá ið hon seint á sumri í 2021 settist í upptøkuhølini at arbeiða, kundi hon við hjálp frá upptakaranum á telefonini spakuliga snikka saman nøkur brot, ið vístu seg at vera ein heild av perlum. Nakað, sum hoyrist aftur, tá ið ummælarar viðmerkja dygdina í tekstunum – og tá ið fjepparar kenna seg aftur.


- Tað er meiningsfult, at fólk skriva til mín og siga, at tey kunnu spegla sær í mínum tónleiki. At tey kenna, at tað er ektað og autentiskt. At tað kemur frá einum staði, sum ikki er so kalkulerað. 


Frírúmið
Hetta viðkvæmið og sálarligu avbjóðingarnar, sum hendan rokkstjørnarn við tí ljósu røddini tosar um, eru onkursvegna torfør at fáa at passa saman. Og júst av somu orsøk er hon so áhugaverd. 


- Tað er so tvíbýtt við hesum: Eg havi tað lætt við at upptraðka, framføra og skriva. At hava eina sálarliga diagnosu er bara ein fortreyt hjá mær, og soleiðis noyðist eg at arbeiða. Eg brúki tað terapeutiskt. Tað er eitt slag av poetiskari stílisering, sum eg royni at seta í ein alheimskendan samanhang. Men tá ið eg skal tosa um tað í samrøðum, verði eg beinanvegin smædnari. Eg kenni meg naknari. Men í veruleikan er sangskrivingin eitt frírúm. Eingin veit, hvat er ektað og ikki. Tí er tað eitt rúm, har tað er loyvt at spæla mær eitt sindur. 


Helena hevur altíð havt ein dreym um at gerast tónleikari. Hon hevur spælt við fleiri bólkum gjøgnum síni ungdómsár, og hon hevur tikið eina umfatandi útbúgving við sergrein í sangskriving. 


- Eg havi altíð lagt meg eftir at skriva góð løg og at kanna, hvussu eg kann miðla tankar og kenslur best møguligt. Serliga á Rútmiska konservatoriinum lærdi eg nógv. Eg hevði ein dugnaligan tekstlærarara, sum hevur lært meg so nógv um at skriva, líka sum eg havi lært nógv um at upptraðka. Stóri spurningurin fyri meg er, hvussu eg kann vera nærverandi í løtuni. Tað er jú ein partur av øllum.


Tað var eisini á konservatoriinum, at hon byrjaði at arbeiða við listarliga navninum, Brimheim, sum um somu tíð er so vakurt og so kraftmikið – og so sera væl hóskandi til hana. 


- Brimheim er ein góður máti hjá mær at binda meg til tað føroyska, tað er ein arvur frá mammu, og so er tað eisini vakurt. Tað ljóðar ordiliga vakurt. Og tað er so upplagt fyri meg. 


Út í verðina á øldósum og vatnfløskum
Tað er eingin loyna, at Brimheim hevur havt nógv um oyruni í sambandi við útgávuna av Can’t hate myself into a different shape. Gerandisdagurin er fullur av avtalum, tað er nógv venjing og nógvar framførslur á skránni.


- Ja, nú er útgávan úti, so nú skal eg finna útav, hvat eg skal gera við næsta stig. Eg havi júst verið á konsertferð, so nú hvíli eg meg eitt sindur oman á tað. Annars gangi eg á nógvar fundir um strategi, og vit hava fundir við booking agentar og fundir um sosialar miðlar og so framvegis. Tað er øgiliga tíðarkrevjandi. Eg arbeiði nógv meir enn fulla tíð. 


Kanst tú siga okkurt um, hvat er á skránni hjá tær í ár?

- Ja, tað eru fleiri konsertir og festivalar, sum eru spennandi. Eg havi eisini fingið sponsorat frá klædnamerkjum, eg eri í løtuni við í einari vatnkampanju, og fyri stuttum var eg við í einari ølkampanju. Tað er ein stuttligur máti at arbeiða við marknaðarføring, har tú við at fáa títt navn á øldósir ella vatnfløskur røkkur øðrum enn teimum vanligu lurtarunum. Vónandi fara vit at gera okkurt við sjónvarpi eisini.


Helena arbeiðir sum solo-artistur, sum merkir, at hon framførir saman við ymiskum bólkum og ikki hevur ein fastan bólk aftur at sær. 


- Tað er neyðugt at gera tað á henda hátt, tá ið eg havi so nógv um oyruni. So vanliga eru vit fimm fólk á pallinum. 


Tey verða sostatt fimm fólk, ið skulu runt at framføra tónleikin hjá Brimheim í summar. Higartil er hon umbiðin at spæla á Hotel Cecil í Keypmannahavn, SPOT í Aarhus, The Great Escape í Brighton saman við Kóboykex og Joe and the Shitboys, Heartland í Egeskov slot, á Roskildefestivalinum, umframt eina konsert í Berlin. Og so kunnu føroysku áhoyrararnir gleða seg til at hoyra Brimheim á Voxbotn.


- Tað er heilt víst hetta, sum verður í fokus komandi árið, at sleppa út í verðina at framføra. Og so fara vit aftur í upptøkuhøli 4. apríl. 

 

Onnur tíðindi