_

Paris

Beinleiðis til býanna bý, París

Bienvenue à Paris - flogið verður soleiðis í 2026:

24. apríl - 19. okt.: mána- og fríggjadagar

Frá 23. mai: mána-, miku- og fríggjadagar
--

Mótahøvuðsstaður. Gastronomisk háborg. Kærleikans býur. Mentanar-metropolur. Býanna býur. Heitini á franska høvuðsstaðnum, París, eru so mong. Og ikki uttan orsøk. Tí franski høvuðsstaðurin svevur ongantíð og hevur óteljandi tilboð bæði til stór og smá.

Møguleikarnir í París eru óendaligir. Spáka ein túr eftir Champs-Élysées, vitja stórslignu Versailles borgina, et á eini av teimum mongu Michelin matstovunum, ein túr í Disneyland við børnunum, vitja litríka grannalagið á Montmartre, ein túr inn í Louvre savnið at síggja loyndarfulla smílið á Monu Lisu og ikki at gloyma eyðkenda býarmerkið, Eiffeltornið. Býanna býur er avgjørt verdur at vitja - minst eina ferð!

Hevur tú fyrispurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at ringja á telefon +298 34 10 00 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!

Fakta um Paris

Íbúgvatal 2.200.000
Tíðargeiri GMT +1
Mál Franskt
Gjaldoyra EUR