Umborð á okkara flogførum kanst tú seta teg væl til rættis og njóta góðu tænastuna umborð. Tú kanst stytta tær um stundir við okkara undirhaldsskipan, Atlantic Airfi, ella lesa í okkara spennandi blaði, Atlantic Review. Eisini ber til at keypa tær okkurt leskiligt úr søluvogninum umborð.
Matur skal bíleggjast minst 24 tímar áðrenn fráferð, og á SÓL-rutunum í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Tað er ikki gjørligt at bíleggja mat framanundan á rutunum til/frá Edinburgh og Keflavík.
BARNAMATSKRÁ
Pylsubreyð ella pitsasnigil, ostahaps, Nutella, frukt, mini-muffa, smør og bolli.
MORGUNMATUR
Jogurt, músli, eggjakøka, ostur, súltutoy, frukt, smør, breyð og bolli.
2x SMYRJIBREYÐ
2 stk. smyrjibreyð við ymiskum viðskera. Úrvalið broytist.
DAGSINS LANGBREYÐ
Teriyaki høsnarungi við brokkoli, tzatziki og hummus ella laksasalat við dild, reyðleyki og spískkáli.
VEGANSKT OG GLUTENFRÍTT
Salat við grønmetisburgara. Salat: sjerritomat, agurk, piparfrukt, reyðleykur, blandaðar bønir, vegansk feta og quinoa.
SÓL MORGUNMATUR
Morgunmatur jogurt v. músli, eggjakøka, breyð, ost, bolla v.m.
SÓL MATSKRÁ
2x smyrjibreyð við leskiligum viðskera (GG! Úrvalið er skiftandi). Harafturat salat og køka.
SÓL BARNAMATSKRÁ
Pitsasnigil ella pylsubreyð, ostahaps, Nutella, frukt, mini-muffa, donut, smør og bolli.
SÓL VEGANSKT OG GLUTENFRÍTT
Eplabreyð, frukt, grønmeti, smør, ostur, bolli og smákøkur.